Jump to content

Xinjiang

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Xinjiang er vestasti partur av kinesiska fólkalýðveldinum.

Xinjiang (kinesiskt 新疆维吾尔自治区) er ein landslutur í Vesturkina. Landið er mest sum stórir háslættar, umgyrdir av høgum fjøllum. Veðurlagið á háslættunum er turrligt; har kemur eingin regndropin uttan tann, sum rennur oman úr jøklunum í fjøllunum, og tí eru háslættarnir mest sum bara oyðimerkur. Jøklavatnið hvørvur í sandinum straks, sum tað er omankomið, ella tað endar í einum saltdíki og guvar burtur. Sjálvt tann stóra áin Tarim er turr ein part av árinum, ella endar hon í tí gitna saltdíkinum Lob Nor. Í Xinjiang er fátt við fólki, og fólkið hevur mest sum bara livað higartil sum flytifólk á teimum turru heiðunum. Men í 1950 fóru kinesararnir at senda landbúnaðarráðgevarar og arbeiðshermenn inn í landið. Teir skuldu leita eftir dyrkilendi og finna fram á, har sum nakað vatn kundi vera at lata á velturnar. Og væl vignaðist. Teir komu niður á fornar oasur, sum lógu undir í sandi, men sum áður høvdu havt stórt dyrkilendi. Teir funnu eisini stórar býir undir sandinum. Í jørðini hava teir funnið hópin av uran, jarnmálmi og koli. Kinesarar flyta í millióntali inn í Xinjiang at búgva.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið