Wikipedia:VisualEditor
VisualEditor er eitt tól, ið gevur okkum møguleikan at skriva og rætta síður á Wikipediu uttan at brúka wiki-kotur. Bæði VisualEditor og tann gamli tekstrættarin eru sjálvvirkandi atkomuligir fyri allir skrásettir brúkarar á øllum greinasíðum. Fyri at rætta beinleiðis í wikitekstinum, brúka so í staðin "Rætta wikitekst" - ritstjórnaran.
Feilmeldingar eru vælkomnar á Wikipedia:VisualEditor/Afturmeldingar. Vit hava brúk fyri tínari hjálp fyri at finna fram til feilir og fyri at hjálpa nýggjum brúkarum.
VisualEditor er enn á fyrsta royndarstøði. Sjálvt um royndir brúkarar kanska føla seg tryggari við at rætta beinleiðis í wikitekstinum, eru tað fleiri av VE-eginleikunum, sum eru meira brúkaravinarligir enn teir gomlu mátarnir. Sum eitt dømi kann nevnast tað at rætta í kompleksum fyrimyndum (skapilónum) og keldum.
Internet Explorer (IE)-brúkarar: VisualEditor er í løtuni óvirkin á øllum Internet Explorer kagum. Viðvíkjandi IE9 og IE10 er meiningin, at hetta bert skal vera eitt styttri tíðarskeið. Men VisualEditor kemur ikki at virka saman við Internet Explorer 8 og eldri versjónum. Um tú brúkar eina eldri versjón av Internet Explorer og ynskir at brúka VisualEditor, so mást tú brúka ein annan internetbrovsara.
Tíðarætlan
[rætta wikitekst]Tað bar ikki til at halda tíðarætlanina til at íverkseta VisualEditor orsakað av ymiskum trupulleikum, eftir nýggjari tíðarætlan skal VisualEditor gerast møguligt fyri allar brúkarar á føroysku Wikipediu frá 2. desember 2013. Brúkarar ið ynskja at rætta ella skriva greinar á føroysku Wikipediu kunnu tó velja at rætta uppá tann gamla mátan, um tey heldur vilja tað. Tá velur man bara "Rætta wikitekst" í staðin fyri "Rætta". Um ein velur "Rætta" ovarliga til høgru á einari síðu, so verður rætta við tí nýggja VisualEditor rættaranum, sum minnir meira um mátan ið rætta verður á ymiskum brúkaravinarligum heimasíðum.
Dagur (umleið) | Hvør fær VisualEditor-rættaran | Verkætlanir |
---|---|---|
1. juli 2013 | Allir innritaðir brúkarar fáa hann sum standard redaktørprogramm | Wikipedia á enskum |
15. juli | Allir innritaðir og dulnevndir brúkarar fáa hann sum standard redaktørprogramm | Wikipedia á enskum |
24. juli | Allir innritaðir brúkarar á øðrum útvaldum verkætlanum á fyrsta støði | Týskt (de), spanskt (es), franskt (fr), hebraiskt (he), italienskt (it), niðurlendskt (nl), pólskt (pl), russiskt (ru) og svenskt (sv) |
29. juli | Allir innritaðir og dulnevndir brúkarar á øðrum útvaldum verkætlanum á fyrsta støði | Týskt (de), spanskt (es), franskt (fr), hebraiskt (he), italienskt (it), niðurlendskt (nl), pólskt (pl), russiskt (ru) og svenskt (sv) |
?? | Allir innritaðir og dulnevndir brúkarar á øllum øðrum verkætlanum | Allar Wikipediur, uttan tær sum hava skriftmálsvariantar, sum t.d. kinesiskt. |
2. des. 2013 | Verður møguligt fyri allar brúkarar sum opt-out | Umleið 75 smáðar Wikipediur (eitt nú føroyska), pluss portugisiska (pt) |
Januar 2014 | Verður møguligt fyri allar brúkarar sum opt-out | Umleið 25 Wikipediur við miðalstødd |
Sí eisini
[rætta wikitekst]- Hjálp:VisualEditor/OSS (Ofta spurdir spurningar)
- Wikipedia:VisualEditor/Brúkaravegleiðing