Jump to content

Hjálp:Wikipedia:VisualEditor/FAQ

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hvat er VisualEditor?
VisualEditor er eitt átak til menning av ritbúnaðinum av Wikimedia Foundation, sum fer at loyva fólki at rætta síður í MediaWiki uttan at tað er neyðugt at læra wikitekst syntaks (wiki-kotur). Við VisualEditor, fer tað at rætta eina síðu at virka nøkulunda eins og ein "word processor", við tað at teksturin, meðan tú rættar, fer at síggja út eins og hann ger eftir at tú hevur rættað.
Hví verður henda broyting framd?
Tann størsta forðingin fyri at gera ta fyrstu rættingina, og tí eisini tann størsta forðingin fyri at fara í holt við leiðina, sum kundi ført til, at ein gerst ein produktivur og royndur limur av felagsskapinum, er tann svert tilgongiliga wikimarkeringin, sum varð brúkt í tí gamla rættingarvindeyganum. Fyri at økja um talið av væleydnaðum fyrstu-ferð-rættingar-royndum, hava vit tørv á einum betri rættingar skipan. Vinarliga les okkara longri frágreiðing fyri fleiri smálutir.
Nær verður VisualEditor aktiveraður á mínari wiki?
Hetta er verandi tíðarætlan (hon kann verða broytt):
  • 24. juni: A/B roynd á tí Ensku Wikipedia. VisualEditor verður útgivin til 50% av nýliga skrásettum kontum.
  • 1. juli: Aktivering av VisualEditor til Ensku Wikipedia sum standard fyri allir brúkarar sum eru innritaðir.
  • 15. juli: Aktivering av VisualEditor til Ensku Wikipedia sum standard fyri dulnevndir og innritaðir brúkarar.
  • 24. juli: Aktivering av VisualEditor til de, es, fr, he, it, nl, pl, ru og sv.wikipedia, verður tøkt fyri allar innritaðar logged-in brúkarar.
  • 29. juli: Aktivering av VisualEditor til de, es, fr, he, it, nl, pl, ru og sv.wikipedia, sum standard fyri allar brúkarar.
  • Seinna helvt av august: Aktivering av VisualEditor til allar aðrar Wikipedia wikiir, sum standard fyri allar brúkarar, minus nakrar fáar wikiir (eitt nú ta kinesisku Wikipedia) har ið VisualEditor ikki riggar enn.
Í løtuni er ætlanin at aktivera á Wikipedia síður fyrst, og at aktivera á systir verkætlanir síðst í desember 2013, orsakað av ymiskum trupulleikum ið standast av summum av neyðugu broytingunum.
Hví aktivera tit henda ritbúnaðin (software) so skjótt? Tað sær ikki út til at vera klárt.
Ritbúnaðurin er heilt sikkurt ikki heilt liðugur enn; tað eru funksjónir, ið skulu leggjast afturat, og vit eru vís í, at eftir at vit hava aktivera ritbúnaðin, so fara vit at finna trupulleikar (bugs). Tað er ikki tí at tað er ringur ritbúnaður, ella tí at tað ikki er klárt enn, tað er bara tað at talan júst er um ritbúnað. Tað slepst ikki undan trupulleikum (bugs): MediaWiki sjálvt er 10 ára gamalt, og vit finna enn ting sum kundu verði betri, ella ting sum óvæntað ikki rigga longur. Um vit bíða til VisualEditor er fullkomiliga feil-frítt, áðrenn vit aktivera tað, so verður tað aldri gjørt virkið.
Tá alt kemur til alt, so er tann besti mátin at finna fram til feilir/trupulleikar (bugs) at fáa so nógv fólk sum gjørligt at hyggja at, brúka og spæla við ritbúnaðin. Vit ásanna, at tað er irriterandi og forstýrandi við feilum um ein hyggur stutt fram, men feilirnir vera rættaðir, og henda aktiveringin er tað sum ger at vit finna fram til feilirnir/trupulleikarnir sum ting ið mugu rættast.
Eg fann ein feil við VisualEditor. Hvussu kann eg boða frá, so tit kunnu rætta feilin?
Um tú ynskir tað og hevur møguleika fyri tí, vinarliga melda so feilin til bugzilla í "VisualEditor" product. Fleiri wikiir hava eisini eina síðu, sum bert er til slíkar fráboðanir at geva afturmeldingar um VisualEditor; sí yvirlitið á Wikidata. Tað er eisini ein høvuðs afturmeldingarsíða á mediawiki.org.
Hvussu frávelji eg VisualEditor?
Fyri at halda fram við at rætta wikitekstin beinleiðis, so skal tú bert klikkja á "Rætta keldur" (Edit source) knøttin ístaðin fyri "Rætta". Rættingarleinkjur síggjast omanfyri rættingarteigar í greinunum, har kanst tú lata upp tann klassiska wikitekst rættaran fyri júst henda partin av greinini við at klikkja á "rætta keldu" í staðin fyri tað vanligu "rætta" leinkjuna.
Ein funksjón manglar í VisualEditor. Hvussu kann eg biðja tykkum um at leggja hesa funksjónina afturat?
Nakrar funksjónir verða í løtuni mentar ella koma eftir ætlan seinni (eitt nú at rætta kring myndir og fyrimyndir). Vegakortið og málini hjá Wikimedia verkfrøðinga kladdu fyri 2013–2014 gevur eisini eitt sindur meira kunning. Um tú ikki finnur nakra tilvísing til tað nýggju funksjónina, sum tú ynskir at skjóta upp, so kanst tú skjóta hana upp eins og tá tú meldar ein feil.
Verður tað framvegis ein møguleiki at rætta við at nýta wikitekst eftir at VisualEditor gerst tað primera rættingar markamótið?
Meðan VisualEditor gerst standard fyri umhvørvið har man rættar, so verður ein máti at rætta undirliggjandi “kelduna” framhaldandi til staðar. Tað eru ongar ætlanir um at taka burtur “Rætta keldu” møguleikan.
Kann eg brúka tær kendu wikikoturnar sum til dømis [[ ]] og {{ }} í VisualEditor?
Nei. Nýt vinarliga í staðin, fyrimyndin og funksjónir til leinkjur. Sí VisualEditor Brúkaravegleiðingina fyri meira kunning um hvussu ein brúkar VisualEditor.
Hví verður mín kagi ikki stuðlaður?
At menna eitt nýmótans rættingar markamót til Wikipedia og systirverkætlanir er ein tøknilig avbjóðing, men tað er møguligt við at brúka nettøkni og standardir. Tíverri eru tað fleiri internetkagar (brovsarar), sum ikki stuðla fleiri av funksjónunum sum eru neyðugar fyri at brúka VisualEditor. Vit gera okkara besta fyri at stuðla teimum vanligastu kagunum: VisualEditor virkar væl saman við teimum nýggjastu versjónunum av Firefox, Chrome og Safari, og stuðul til Internet Explorer 9 kemur um heilt stutta tíð. Tá hetta er sagt, so skal nevnast, at um vit royndu at arbeiða okkum rundan um gamlir brovsarar, so hevði tað forða fyri betringum sum høvdu komi einum stórum meiriluta av brúkarunum til góðar. Vit eggja tær til at dagføra til ein internetkaga, sum verður stuðlaður, um tað ber til, so tú kanst halda fram við at rætta við tí nýggja keldu wikitekst rættaran. (Sí VisualEditor/Target browser matrix fyri serstakar smálutir.)
Eru tit ikki bangin fyri at hetta møguliga fer at økja um herverk/vandalismu?
Eitt av endamálunum við tí tilvildarligt-valdu royndini sum er gjørd í juni er at finna útav júst hasum. Um vit tosa realistisk, so halda vit, at tey sum hava í hyggju at gera herverk her mest sannlíkt, so gera tey tað longu frammanundan. Tað er líka so skjótt (um ikki skjótari) at trýsta á “Rætta” knøttin og sletta alt innihald á einari síðu, sum tað er at gera tað sama við at nýta VisualEditor.
Virkar VisualEditor saman við Wikisource's ProofreadPage ella við fyrimyndum hjá Wiktionary og øðrum funksjónum sum Wikipedia ikki hevur?
VisualEditor virkar í løtuni bert á Wikipedia síðum, men hann er framleiddur soleiðis, at hann er fleksibul nokk til at kunna verða brúktur á teimum flestu Wikimedia síðunum. Í seks-mánaða tíðarskeiðnum frá tí at VisualEditor gjørdist virkin á Wikipedia og síðan til systirverkætlanar síður, so fara mennarar at arbeiða við at tryggja at VisualEditor virkar væl saman við funksjónum, sum eru serligar fyri systir-síðurnar.
Kann eg innstallera VisualEditor á mína persónligu wiki uttanfyri Wikimedia?
Ja, men undir tínari egnu ábyrgd. VisualEditor og Parsoid víðkanirnar eru tøkar til at taka niður til download men tey eru enn á royndarstøði, legg til merkis at Parsoid krevur nodeJS. Um tú innstallerar og brúkar tey, vinarliga lat okkum so frætta hvat ið virkaði og hvat ið ikki virkaði in bugzilla.
Hvar kann eg læra meira um at brúka VisualEditor?
Vinarliga sí VisualEditor Brúkaravegleiðingina.
Ger VisualEditor sjálvvirkandi rættingar á síðum?
Í flestu førum ger VisualEditor ikki rættingar til formatering á linjum sum ikki beinleiðis verða rættaðar. Men í førum, har uppmerking (markup) á síðuni ikki verður gjørt á rættan hátt, kann tað henda, at (til dømis við talvum, sum ikki eru latnar aftur), skipanin roynir at rætta hetta.
Mín spurningur er ikki her. Hvar kann eg spyrja?
Tú kanst spyrja á VisualEditor afturmeldingarsíðuni á tínari wiki (sí yvirlitið á Wikidata) ella á høvuðs afturmeldingarsíðuni á mediawiki.org.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]