Wikipedia:Mánaðargreinin/juni 2023
Mýrisnípan (frøðiheiti - Gallinago gallinago) er brún omaná við fýra gulum teinum eftir bakinum og einum á høvdinum. Nevið hevur hon longri upp á seg enn nakar annar fuglur, ið vit vita um.
Víða um Føroyar verður hon nevnd mirusnípa, men betra navnið man tó vera mýrisnípa, tí mest heldur hon seg á mýrum og øðrum bleytlendi. Har situr hon væl fjald í tí síða grasinum og lættir sær ikki á, fyrr enn fólk kemur tætt at henni. Tá sker hon í eitt »kjett«, í tí hon rýkur upp, og flýgur so undan, snittandi til viks. Hon er spakur fuglur, og har sum ongar kettur eru, eigur hon ofta nær húsum. Fyrra partin á sumri í góðum veðri og mest á kvøldi síggja og hoyra vit ofta teirra vakra leik í lofti. »Kipp kipp kipp« láta tær, meðan tær hevja seg høgt, høgt upp í loft. So við eitt stoyta tær sær á høvdið, og við útspílaðum veli og hálvkreptum veingjum fara tær á skák niðureftir. Tá ið tær hava fingið góða ferð, hoyrist eitt hart »burrurrurr« ljóða úr velfjøðrunum — og kanska eisini úr veingjarfjøðrunum? Komnar nakað niður steðga tær ferðini, skera í »kipp kipp« og ringja seg upp aftur. So »burrurrurr« niður. Stundum stoyta tær sær so flatt niður, at ferðin verður lítil; tá hoyrist einki »burr«. Leingi kunna tær stuttleika sær soleiðis. Eftir longsta dag gera tær minni av hesum leiki; tá hoyrast tær mest láta »jabbe jabbe jabbe jabb«.