Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/juni 2019

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
New York City
New York City

New York City er størsti býur í Sambandsríkinum í Amerika og ein av heimsins størstu býum. Hann er kendur sum býurin, ið aldri svevur, kendur fyri nógvu søvnini, sjónleikarhúsini, matstovurnar og viðarlundirnar. Mong máttmikil fleirtjóðafeløg hava høvuðssæti í New York City. Býurin hevur eisini eina ta størstu havn í heiminum, og hagar stevna farmaskip úr øllum londum. Helvtin av útflutningum úr Amerika verður framdur í New York. Í býin er stórt tal av ídnaðarvirkjum, og har verða allar møguligar vørur tilverkaðar, ikki minst klædnavørur.

Býurin varð fyrst bygdur av hálendingum í 1624 á eini oyggj í Hudsoná, teir nevndu hann "Nieuw Amsterdam". Í árinum 1664 tóku onglendingar býin, og fekk hann tá navnið, hann nú hevur. Í 1904 vóru komnir um ein millión innflytarir til USA um árið. Flestu innflytararnir komu fyrst til Ellis Island úti fyri New York, áðrenn teir sluppu at halda fram ferð síni.

New York City er býttur í fimm býarpartar, sum eru Bronx, Manhattan, Staten Island, Brooklyn og Queens. Bronx er sunnari parturin av meginlandinum millum Hudsoná og East River. Býarpartarnir Manhattan og Staten Island eru báðir oyggjar. Manhattan, miðbýurin í New York, stendur á lítlari oyggj, sum er umgyrd av áunum Hudson River, East River og Harlem River. Eyðkent fyri miðbýin, Manhattan, eru skýskravararnir. Býarpartarnir Brooklyn og Queens (Kings County og Queens County) eru vestari parturin av eini langari oyggj, sum verður kallað Long Island. Miðparturin og eystari partur av oynni (Nassau County og Suffolk County) eru ikki partur av New York City.

Sambært ferðavinnustovninum hjá ST telist New York City millum fimm teir størstu ferðavinnubýirnar í heiminum. 52 milliónir fólk vitjaðu New York í 2012.