Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/juli 2014

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tjóðveldi
Tjóðveldi

Tjóðveldi varð stovnað á fundi 22. og 23. mai í 1948 við navninum Tjóðveldisflokkurin. Flokkurin varð stovnaður, av tí at føroyska tjóðveldið ikki varð stovnsett eftir fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Hugsjónin er, at fólkaræði skal galda í øllum viðurskiftum í føroyska samfelagnum, "politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins". Flokkurin vil, at Føroyar skulu taka lut í altjóða samfelagnum sum sjálvstøðug tjóð við bæði rættindum og skyldum sum aðrar sjálvstøðugar tjóðir. Tjóðveldisflokkurin kom fyrstu ferð á ting í 1950 og hevur verið á tingi síðani. 14. september 2007 broytti flokkurin navn til Tjóðveldi. Tjóðveldi er ein sosialistiskur flokkur. Tjóðveldi er limur í norðurlendska felagsskapinum NGLA, sum stendur fyri Nordic Green Left Alliance. Síðan fimmtiárini hevur flokkurin støðugt verið millum fýra teir stóru flokkarnar í Føroyum og hevur oftast fingið millum 20 og 24 % av atkvøðunum til løgtingsval. Høvuðsmál í politikki floksins á tingi hava verið at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð og at tryggja øll rættindi hjá føroysku tjóðini. Tjóðveldi vil stovnseta føroyska tjóðveldið sum eitt fólkaræði við egnum forseta sum ríkisovasta. Fólkaræðið verður tryggjað við frælsari stjórnarskipan og við fólkaatkvøðum um mál, ið hava týdning fyri sjálvræðið í landinum.