Wikipedia:Mánaðargreinin/desember 2012
Sinterklaas er ein siðsøguligur vetrarferiu figurur ið enn verður hátíðarhildin í Niðurlondum og Belgia, og eisini í franska Flandern og Artois. Hann er eisini vælkendur í teim fyrrverandi hálendsku hjálondunum, eitt nú Aruba, Surinam, Curaçao, Bonaire og Indonesia. Hann er høvuðs upphavskeldan til norðuramerikanska jólamannin Santa Claus, og harvið eisini til føroyska jólamannin vit kenna í dag. Hóast hann vanliga verður nevndur Sinterklaas (Santa Niklas ella Santa Klávus), er hann eisini kendur sum De Goedheiligman (Tann góði heilagmaðurin), Sint Nicolaas [sɪnt 'nikolaːs] (Sankta Niklas) ella bara sum De Sint (Halgimennið). Hann verður hátíðarhildin Niklasarmessuaftan í Niðurlondum ella Niklasarmessumorgun í Belgia og norður Frankaríki. Upprunaliga var hátíðarhaldið hildið fyri sjálvan navnadagin hjá Sankta Niklasi – ið er verndarhalgimenni hjá m.ø. børnum, sjómonnum, og býnum Amsterdam. At hetta er ein rómversk-katólsk hátíð sæst av landafrøðiligu útbreiðsluni av hesum hátíðarhaldi, og á biskoppaheitinum hjá Sint Nicholas.