Wikipedia:Listi av myndum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Endamálið við hesi síðuni er at geva brúkarum eitt yvirlit yvir myndir, sum eru tøkar á Wikipedia nú. Legg eina ávising til eina mynd her, um hon:

  • ikki hevur nakra slóð frá eini grein.
  • um myndin kann brúkast á øðrum síðum

Myndir á Wikimedia Commons[rætta wikitekst]

Til ber at finna myndir á Wikimedia Commons, sum kunnu brúkast á Wikipedia á øllum málum. Far inn á Wikimedia og skriva eitt orð í leititeigin ovast til høgru, til dømis kanst tú skriva Faroe Islands ella Tórshavn ella Suðuroy. So kemur tú inn á síðuna við tí heitinum (um ein slík er til). Har eru so fleiri myndir, men tú kanst finna uppaftur fleiri myndir, um tú fer niðast á síðuna har bólkarnir standa. Um tú klikkir á bólkin Category:Tórshavn so koma nógv fleiri myndir fram av Havnini, enn tað eru myndir á síðuni um Tórshavn. Um tú finnur eina mynd á Wikimedia Commons, sum tú vil leggja á eina grein á føroysku Wikipediuni, so kopierar tú bara tittulin (tó ikki File:), so markerar tú har sum myndin skal leggjast inn, tað kann til dømis vera ovast á einari síðu, og so veljur tú ikonina ovast til vinsru sum er av einari mynd, og so setur tú heitið á myndini inn har, soleiðis at har kemur at standa klombrur mynd: og so heitið og so mást tú minnast til at seta lodrætta striku inn | og at skriva thum og so aftur eina lodrætta striku og so kanst tú skriva hvat sæst á myndini. Um tú eigur myndir, sum tú ynskir at leggja á Wikipedia, so er best at leggja tær á Wimimedia Commons, sjálvt um tað ber til at leggja tær beinleiðis á føroysku Wikipedia. Fyrimunurin við at leggja myndirnar á Commons er, at so kunnu myndirnar eisin brúkast á ensku, týsku, donsku og øllum øðrum Wiki'um, uttan at nakar noyðist at upploada myndirnar enn einaferð. Um tú ivast í, hvussu tú leggur myndirnar inn á Wikipedia, so kanst tú hyggja eftir hvussu tað eigur at síggja út við at hygga eftir greinum, har myndir eru. Tað einasta man hevur brúk fyri at vita er hvar ið myndirnar eru, finna røttu myndina, og so má man dugs copy/paste sum er lætt nokk. Tú markerar bara tittulin á myndini, trýstur tastarnir Ctrl og C niður í senn (so hevur tú kopierað), og so fer tú inn á síðuna á føroysku Wikipedia har greinin er, har tú ynskir at leggja myndina. Trýst á "Rætta" og finn fram til tað staðið sum er best hóskandi at leggja myndina og ger sum nevnt omanfyri og trýst á ikonina við myndini. Trýst so á Ctrl og V tastarnir í senn og so kemur heitið á myndini, sum tú júst hevur kopierað frá Wikimedia Commons.