Warren Buffett

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Warren Buffet)
Far til: navigatión, leita

Warren Edward Buffett (føddur 30. august 1930 í Omaha, Nebraska) er heimsins næstríkasti persónur. Buffet hevur mist 25 milliardir dollarar í 2008. Hann eigur kortini 37 milliardir dollarar, og er sostatt heimsins næstríkasti persónur.

Hann hevur gjørt hepnar íløgur seinastu árini, og økti ognina við næstan 50 miljardum í 2007, uppí 62 miljardir dollarar. Kendi amerikanski ríkmaðurin, sum lá ovastur í 2008 við 62 milliardum, liggur nú á øðrum plássi við 37 milliardum dollarum, meðan meksikanski ríkmaðurin Carlos Slim Helú á triðja plássi bert hevur 35 milliardir dollarar eftir.

Til tess at bjarga Harley Davidson hevur Warren Buffet gjørt av at læna fyritøkuni 300 milliónir dollarar. Fyri hann er hetta helst smápengar, men hetta er eftir øllum at døma bjargingin fyri Harley Davidson. Hann ger hetta tó ikki fyri einki. Harley Davidson skal gjalda honum 15 prosent í rentu um árið av hesum láni.