Jump to content

Volga

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Volga er 3690 km. long og tí longsta á í Evropa. Volga hevur uppruna sín á Valdajheyggjunum í Russlandi, sum eru 330 m. omanfyri sjóvarmálan. Haðani rennur hon fyrst eystureftir og síðani suðureftir í Kaspiska havið. Fram við ánni standa einir 40 býir og yvir túsund bygdir. Volga rennur ígjøgnum fleiri stór vøtn, sum eru komin av tí, at teir hava gjørt stórar byrgingar um ánna. Áður enn byrgingarnar vóru gjørdar, kundi áin vera heldur grunn at sigla á í turrtíðini, men nú er tann vandin av. Við byrgingarnar hava teir stór elverk, sum lata streym til teir nógvu býirnar og tann stóra ídnað, sum er á hesum leiðum. Tað sigla nógv skip á Volga bæði farmaskip, ferðamannaskip og fiskiskip. Ferðamannaskipini sigla í fastari sigling yvir um ánna og ímillum býirnar fram við ánni. Farmaskipini sigla við koli úr kolanámunum við Donbass, málmur úr málmholunum í Ural, olju úr oljukeldunum við Baku og traktorum, bilum og øðrum ídnaðarvørum úr Gorkij og øðrum ídnaðarbýum og matvørum frá landbúnaðarøkjunum til býirnar. Gorkij var áður av gitnastu keypstevnubýum, tí hagar kundu skipini stevna úr øllum ættum av landinum. Nú er hann av mætastu ídnaðarbýum og hevur landsins størstu bilverksmiðjur.

Syðri í ánni er Volgograd, sum fyrr æt Stalingrad, har gera teir traktorar og landbúnaðarmaskinur. Har eru stór sagiløg í býnum. Sunnanfyri Volgograd gongur ein siglirenna yvir í Don. Hon er umleið 100 km. long. Skipini, sum skulu sigla úr Volga inn í siglirennuna, mugu fara upp ígjøgnum Volgabakkan, sum er 90 m. høgur. Í bakkanum eru 9 byrgingar. Donbakkin er 40 m. høgur og hevur 4 byrgingar. Leiðin millum Astrakhan og Volga er einar 500 km. long. Alt lendið har á leiðini er oyðin saltsteppa. Tá ið skerpingurin herjar, torna áir og vøtn heilt upp, so at bara tað saltið, sum vatnið í regntíðini loysti úr jørðini og hevði við sær, verður liggjandi eftir sum tjúkk skón. Bara úr einum av hesum turru vøtnunum fæst fjórðingurin av øllum tí salti, sum teir nýta í Russlandi. Volgaoyrin er einar 80 km. breið og 150 km. long. Áin rennur ígjøgnum oyrina í óteljandi støðum. Á oyrini eru túsundtals oyggjar og hólmar, har hópur av palikanum, skørvum og øðrum fuglum halda til. Ovast á oyrini er býurin Astrakhan. Hann er umgyrdur av høgum verjugørðum, so at áarvatnið skal ikki fløða inn yvir hann, tí mangan rennur vatnið upp yvir býnum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið