Jump to content

Vierwaldstättersee

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vierwaldstättersee úr erva.
Býir og bygdir fram við vatninum.

Vierwaldstättersee (enskt: Lake Lucerne) er fjórðstørsta vatn í Sveis.[1] Vatnið liggur í 434 metra hædd mitt í landinum. Tað er 114 km² til víddar og djúpasta staðið er 214 metrar djúpt.[1] Størsti býur við vatnstrondina er Luzern, sum liggur vestanfyri. Áin Reuss rennur gjøgnum vatnið.

Í miðøldini bar vatnið tað gamla heitið "Luzerner See", men núverandi navnið hevur verið nýtt síðan 16. øld.[2]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 47°01′9.84″N 08°24′3.96″E / 47.0194000°N 8.4011000°E / 47.0194000; 8.4011000

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  1. 1.0 1.1 Die 50 grössten Schweizer Seen, schweizersee.ch
  2. Vierwaldstättersee, hls-dhs-dss.ch