Jump to content

Viborg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Útsýnið yvir býin og Viborg Dómkirkju.

Viborg er ein býur í Miðjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 38.572 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Viborg til tann 17. størsta býin í Danmark. Viborg er høvuðsbýur í Viborg kommunu, fólkatalið í Viborg kommunu er 94.486 (2014). Býurin er ein av elstu býunum í Danmark og liggur mitt í Jútlandi við tann søguliga Hernaðarvegin. Navnið á býnum, sum gjøgnum tíðirnar er blivið skrivað sum Wibjerg, Wibiærgh, Wybærgh, Wiburgh og á latíni sum Wibergis, vísir til eitt vígt stað til gudsdyrkan, eftirsum Vi á forndonskum merkir halgidómur, og so vísir navnið eisini til tað, at býurin liggur rættiliga høgt uppi. Viborg merkir sostatt "tað heilaga staðið á heygnum".

Viborg Kommuna er eftir víddini tann næststørsta í Danmark, næst eftir Ringkøbing-Skjern Kommunu. Síðan 1. januar 2007 hevur býurin verið sæti fyri miðfyrisitingina í Región Miðjútland.

Í 2012 varð Viborg kommuna kosin sum Ársins ítróttakommuna og Ársins ungdómskommuna.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið