Við Streymin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Við Streymin kallast sundalagið millum Eysturoy og Streymoy, har tað er smalast. Navnið kemur helst av harða streyminum í tronga sundinum. Í 1973 vórðu Eysturoy og Streymoy bundnar saman við brúgv, ið alment var tikin í nýtslu 30. oktober 1973. Eysturoyarmegin er brúgvin um Streymin mark millum bygdirnar Norðskáli og Oyrarbakki.