Valdemar á Løgmansbø
Valdemar á Løgmansbø (føddur 1952) er ein føroyskur rithøvundur, sangari, tónleikari, sangskrivari og fyrrverandi fótbóltsleikari við MB og FS Vágar.[1] Hann er útbúgvin bygningssnikkari. Hann fór sum 13 ára gamal við pápa sínum at rógva út frá Eggersøe á Kappanum. Hálvt ár seinni arbeiddi hann nakrar mánaðar hjá kommununi í Miðvági, síðan fór hann á realskúlan á Giljanesi. Eftir páskaroyndina fór hann yvir til Grønlands við línubátinum Varberg, har hann var næstu 10 mánaðirnar. Síðan fór hann í 1969 við Ólavi Halga yvir til New Foundlands at fiska. Summarið 1969 fór hann í læru í Sandavági sum bygningssnikkari, og varð útlærdur í 1973. Síðan 1973 hevur hann arbeitt sum snikkarameistari.[2] Hann spælir enn guitar, hóast hann bert hevur fingið skaða í tummil og longutong á vinstru hond. Hann var gestur í útvarpssendingini Brunsj hin 22. apríl 2014, har hann framførdi tveir sangir og spældi guitar, í sendingini nevndi verturin, Eyðfinn Jensen, at hann var spentur uppá at hoyra, hvussu tað ljóðaði tá ein spældi guitar við trimum fingrum. Tað hoyrdist ikki, at hann ikki fekk nýtt tveir fingrar, var verturin sannførdur um.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]Egnar útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 1994 - Hvat er millum teg og meg.
- 2001 - Uttanfyri gluggan.
- 2011 - Lívsgleði
Uppsamlingsútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 1996 - Innkast, FS Vágar, Valdemar syngur sangirnar: Ein kvinna, ein maður, FS Vágar og Myndað á heitari nátt.[3]
Systkini á Løgmansbø
[rætta | rætta wikitekst]- 1992 - Sjómanssangir eftir Harry Birtilíð, harav Valdemar eigur tvey løg
- 1993 - Sjómanssangir 2 eftir Harry Birtilíð, harav Valdemar eigur øll løgini[4]
- 2002 - CD við uppsamling av 20 sangum frá undanfarnu útgávum
Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]- 2006 - Kirjugarðsoyggin (Í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur)
- 2014 - Tann vinurin kæri. Bókin er um skaldið Harry Birtilíð[5]
- 2014 - Ódnartakið í Mín jólabók
Yrkingasøvn
[rætta | rætta wikitekst]- 2000 - Bátsbeinabjølgur brunnin
- 2007 - Spegilsmyndir
- 2009 - Kringla
Annað
[rætta | rætta wikitekst]- 2012 - Ice Floe III: International Poetry of the Far North, yrkingin Várljóð.
- 2014 - Mín Jólabók, adventssøgan Ódnartakið.
Starvslønir o.a.
[rætta | rætta wikitekst]- 2014 - starvsløn í 3 mánaðir frá Mentanargrunni Landsins
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Foreldur: John á Løgmansbø úr Miðvági, og Johild á Løgmansbø, f. Hansen, úr Sørvági. Pápin gekk burtur við Sjeystjørnuni í 1973, tá var Valdemar 20 ára gamal. Omman og abbin í faðirætt vóru Nicolina Johannesen, ættað av Dunganum í Sørvági, og Tummas Jacob Johannesen úr Miðvági. Omman og abbin í móðurætt vóru Valdina Hansen úr Sørvági og Hans Hansen úr Funningi. Varð í 1975 giftur við Trygvør á Løgmansbø, f. Nattestad, saman eiga tey fýra børn: Jónley (1976), Biritu (1978), Torgunn (1989) og Ingmar (1993).