Uglur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Ugla)
Ugla

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}

Uglur eru roknaðar upp í rovfuglar, men tær drepa lítið annað enn rottur og mýs. Og tað eru tær væl lagaðar til. Eyguni eru avbara stór og nógv kúput. Tí síggja tær frálíka væl í myrkri, men tola ikki dagsljós í sjónina. Fjaðrarnar uttan um eyguni gera seg til ein stóran flatan ring, ið aftantil liggur sum eitt lok yvir hinum sera stóru oyrnaholunum; tá ið tær gloppa tað lokið útfra, hoyra tær óføra væl. Men sjálvar hoyrast tær als ikki, so stillisliga flúgva tær. Allan dagin sita tær stillar og krógva seg; í skýmingini, tá ið rottur og mýs koma út at fáa sær, tá fara tær við. Hendir tað seg, at tær noyðast út á degi, eru tær illa fyrikomnar; næstan allir fuglar leggjast á tær, arga tær og píska tær, og hálvblindar, sum tær tá eru, fáa tær ikki vart seg.

Slag[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið