Jump to content

Trøllont

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Trøllont

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Anseriformes
Ætt: Anatidae
Slekt: Aythya
Slag: A. fuligula
Aythya fuligula

Trøllont (frøðiheiti - Aythya fuligula) er ein miðalstór kavont, sum vanliga er munin minni enn grábøka. Steggin er eyðkendur í skreytbúna, snjóhvítur um liðirnar og hevur langan topp í nakkanum. Ólikur grábøkutari ont er hann svartur á bakinum. Síðsummarbúnin á steggjanum líkist nógv summarbúnanum á bøguni, men tá hevur steggin vanliga eitt sindur av nakkatoppinum. Í summum førum er bøgan hvít við nevrótina ens og grábøkubøgan, men ikki so nógv hvít sum hon.

Trøllont eigur víða um í øllum norðara partinum í Evropa og Asia. Fleiristaðni á oyggjunum eiga nakrar fáar. Vanligt er, í flestu støðum, at nakrar eru eftir um summarið, men um heystið flyta nógvar suður til Bretsku Oyggjarnar. Á skotsku oyggjunum kunnu stórir flokkar vera, serliga tíðliga um veturin, og tær eru bæði úr Íslandi og av meginlandinum.

Helsut trøllont er amerikanskt slag, ið sæst í Norðuratlantshavi. Hon er ennisbrattari, og skallin er longur aftur á nakkan. Á flogi líkjast trøllont og grábøkut ont, tí báðar eru hvítar undir búkinum og hava hvíta veingjarrípu.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið