Tristan da Cunha
Tristan da Cunha er mest fjarskotnasta búseting í heiminum. Høvuðsstaðurin á Tristan da Cunha eitur Edinburgh of the Seven Seas. Í Tristan da Cunha eru 7 oyggjar, ein er bygd, og seks eru óbygdar. Umleið 238 fólk búgva á høvuðsoynni. Oyggjabólkurin hoyrir til Stóra Bretlands, men hevur heimastýri við egnari lóggávu. Oyggjarnar gjørdust bretskt hjáland í 1816. Oyggjarnar liggja miðskeiðis á leiðini millum Afrika og Suðuramerika.
Ein skoti, William Glass við familju, var verandi eftir á oyggjunum, tá bretar tóku vaktarfólk av Tristan í 1816. Eftir tað vóru bert henda familja og fimm gamlir dreingir (skipbrotnir) á oynni. Ein hvalafangari, sum kom framvið, varð biðin um at hjálpa. Hann helt orð og kom seinni aftur og hevði 5 konufólk frá Saint Helenu við sær. Frá hesum 6 familjunum stavar so at siga alt fólkið á Tristan da Cunha. Bert 6 eftirnøvn eru á oynni. AIS og VHF antenna eru settar upp á hægsta staðnum á oynni, so fylgjast kann við, um nakað skip skuldi komið framvið.