Trigonometri

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rættvinklaður tríkanur. Rættur vinkul C=90°.

Trigonometri merkir tríkantsmáting. Vinklar máta vit í stigum, og sirkulbogan allan seta vit at vera 360 stig; hetta hevur sín uppruna í tí gamla Babylon. Er vinkulin 180°, verður hann nevndur beinur vinkul, er vinkulin minni enn 90°, verður hann nevndur spískur, er vinkulin 90°, verður hann nevnur rættur, og er vinkulin størri enn 90°, er hann gævur. Rættvinklaður tríkantur er tríkantur, har ein vinkul er rættur, og um hesar tríkantar er orðaður ein tann kendasti setningurin í allari støddfrøðini. Setningurin hevur navn eftir grikkanum Pythagoras: í einum rættvinklaðum tríkanti ABC, har ið C=90°, er a2 + b2 = c2. Setningurin sigur so statt, at samanløgdu kvadratini av stuttsíðunum er tað sama sum kvadratið av langsíðuni.

Roknireglur[rætta | rætta wikitekst]

  • Sinus

  • Cosinus

  • Tangens