Trelleborg
Trelleborg er ein býur í Trelleborgs kommunu í Svøríki. Í 2010 var fólkatalið 28 290[1]. Býurin er tann syðsti í Svøríki. Hann kallast eisini ofta "Pálmabýurin" eftir pálmarnir í býinum á sumri.
Navnið
[rætta | rætta wikitekst]Navnið er nevnd fyri fyrstu ferð í 1257 sum Threlæburgh. Hetta navn finnst í mongum støðunum í Norðurlondum. Borg merkir borg ella virki og träl merkir annaðhvørt trælur ella stólparnar, ið hildu vikingaborgir uppi. Hetta slag av ringborgi kallast trelleborg og finnst serstakliga í Suður-Svøríki og Danmark. Leivdir av tí upprunaligu borgini vórðu funnir í 1988.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Trelleborg varð nevnd fyri fyrstu ferð í 1257, tá ið Trelleborg varð givin sum brúðargáva frá tí donsku kongsættini fyri tann svenska kongin Valdimar Birgisson. Hóast tað løgdu danirnir skjótt býinum aftur undir seg og hann varð partur av Danmark til 1658, tá ið Skáni gjørdist partur av Svøríki eftir Roskildesáttmálin.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]