Jump to content

Trøð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ein trøð er jarðarlutur, td. einir 10 000 m2, ið verður latin til leigu ella sølu burtur av kongsjørð. Tann, ið fekk trøðna, kundi vanliga keypa hana, tá hann hevði velt ávísan part av trøðni. Vanliga bygdu fólk á trøðni, høvdu kúgv, høsn og kanska seyð, og lívbjargaðu sær soleiðis av jørðini og av tí, sum fekst úr sjónum. Í dag eru flestu traðir í miðøkjunum lutaðar sundur til grundstykki og bygdar, og tær, ið eftir eru, verða havdar til seyðahald sum ítriv, at hava nakrar traðarseyðir.

Fleiri nýggjar bygdir eru bygdar við at traðir eru lutaðar út. Hesar bygdir kallast niðursetubygdir.