Torino (landslutur)
Appearance

Landsluturin Torino er ein landslutur í regiónini Piemonte í Norðuritalia. Torino er høvuðsbýur í landslutinum.
Hin 30. juni 2011 var fólkatalið í landslutinum 2.306.676.
Tað eru 315 kommunur í Torino landslutinum, tað er tað størsta talið av kommunum í nøkrum italskum landsluti yvirhøvur. Økið er 6,830 km² til støddar.
Kommunur
[rætta | rætta wikitekst]Eftir fólkatalinum 31. desember 2010 eru hesar tær størstu kommunurnar í Torino landslutinum:
| Nummar | Kommuna | Fólkatal | Stødd (km2) |
Fólkatættleiki (inhabitants/km2) |
Hædd (mslm) |
|---|---|---|---|---|---|
| 1. | Torino | 907.563 | 130,7 | 6943.9 | 239 |
| 2. | Moncalieri | 58.320 | 47,3 | 1233 | 260 |
| 3. | Collegno | 50.137 | 18,0 | 2785.4 | 302 |
| 4. | Rivoli | 49.591 | 29,2 | 1698.3 | 352 |
| 5. | Nichelino | 48.946 | 20,4 | 2399.3 | 229 |
| 6. | Settimo Torinese | 47.988 | 32,7 | 1467.5 | 207 |
| 7. | Grugliasco | 37.870 | 13 | 2913.1 | 293 |
| 8. | Chieri | 36168 | 50 | 723.4 | 376 |
| 9. | Pinerolo | 36.158 | 54 | 667 | 305 |
| 10. | Venaria Reale | 34.859 | 20 | 1743 | 262 |
