Topografisk kort
Appearance
Topografisk kort vísa hæddarmunin, sum er í náttúruni. Ymsir hættir eru at vísa hæddarmun. Oftast brúka vit hæddarstrikur, har hvør strika merkir eina ávísa hædd. Hæddin vísir metratal yvir havið. Viðhvørt verður brattlendi víst við myrkari liti. Hæddin á høvdum og fjøllum verður merkt við tølum. Á topografiskum kortum av Føroyum síggja vit, hvar mýrar, hamrar, gjáir, áir og vøtn eru. Hesi kort hava lutfallið 1:20.000 og 1:100.000 og verða nógv brúkt í sambandi við uttandura arbeiði og frítíðarlív.