Tony Blair

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tony Blair

Tony Blair (føddur 6. mai 1953 í Edinburgh í Skotland) er fyrrverandi bretskur politikari. Hann var forsætisráðharri í Bretlandi í 10 ár (2. mai 1997 til 27. juni 2007).[1] Hann ruddaði marxismuna úr Arbeiðaraflokkinum. Hann fekk enda á 18 ára longum konservativum stýri og vann trý val á rað. Eftirmaður hjá Blair í embætinum sum forsætisráðharri gjørdist Gordon Brown.

Tony Blair sat við valdið í tíggju ár frá 1997 til 2007. Hann sigraði tríggjar ferðir og er tískil leiðarin við besta byrinum í Labour flokkinum. Hann brakaði ígjøgnum og blásti nýtt lív í flokkin. Blair lovaði at nútímansgera og sameina Stóra Bretland og eftir tíggju ár við valdi, er Bretland vorðið ríkari, men munurin millum fátæk og rík er nógv vaksin. Tony Blair hevði í valstríðnum lovað at pussa teir bretsku stovnarnar upp, sum til dømis skúlaverkið og heilsuverkið. Hetta eydnaðist, og fram til 2003 var Tony Blair ógvuliga væl umtóktur. Avgerðin at fara í kríggj í Irak vendi øllum upp og niður og Blair skilti ikki mótstøðuna. Fyri hann hevði tað verið ómoralskt ikki at stuðla sameinda USA.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tony Blair, imdb.com