Tjóðartingsvalið í Stóra Bretland 2005 varð holdið 5. mai, tingið varð upployst 11. april 2005. Hildið varð, at valdagurin fór at verða kunngjørdur hin 4. apríl2005, men eftirsum jarðarferðin hjá pávanum varð kunngjørd sama dag, valdi Tony Blair at bíða til 5. apríl.
Valgið snúði seg hesaferð um 646 tingsessir, og ikki 659 sum á valinum 2001, eftirsum tann fyrrverandi yvirumboðan Skotlands varð tikin av eftir at skotska tjóðartingið varð sett á stovn í 1999. Talið av skotskum valdømum minkaði tá frá 72 til 59.