Tindadýr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tindadýrini eru sjódýr og halda seg mesta partin av lívinum niðri á botni. Tey eru ógvuliga vanlig her hjá okkum, bæði innan- og uttansyndis, ofta so nær, at tey liggja turr á fjøru. Navnið kemur av, at í ella undir húðini á teimum eru kálkplátur við knútum á, sum hjá summum eru runnar saman til harða skel við spiskum, liðiligum tindum. Vit býta tindadýrini í tveir flokkar: krossfiskar og igulker. 


Krossfiskur hevur ymiskan lit eftir staðnum, sum hann heldur seg á, grágulur, gulreyður yvir í bláreytt. Kroppurin er skiftur í fimm einsskapaðar kropslutir, armar, ið ganga út úr miðstykkinum sum snældur á rokki. Undir teirri bleytu húðini á bakinum er ein mongd av smáum kálkplátum við smáum knútum á: undir búkinum eru pláturnar størri og raðlagdar. Saman gera allar hesar pláturnar eina fasta, men liðiliga skel uttan um dýrið. Leggja vit krossfisk víðopnan, kreppir hann ein ella tveir armar inn undir seg og vendir sær við. Føðin er mest smádýr og ræ.

Igulker eru rundvaksin dýr og so kúput, at tey nærmast líkjast hálvari kúlu. Flata síðan vendir niður, og mitt í henni er muðurin; gotið er uppií krúllinum. Undir húðini er so nógv kálk, at dýrið hevur harða skel uttanum seg. Hon er sett saman av nógvum regluliga skapaðum plátum, sum liggja á rað allan vegin kring dýrið úr krúllinum niður í munnin. Á einum livandi igulkeri sæst alt hetta ikki fyri súgfótum og kálktindum. Tilsamans eru 20 røð av kálkplátum. Í teimum smølu plátunum eru hol til súgføturnar, ið standa í samband við sjóæðrar inni í dýrinum, sum á krossfiski. Igulker er botndýr og skríður við súgfótum og teimum tindum, ið venda niðureftir.