Jump to content

Timrå

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Timrå

Timrå er ein býur í Timrå kommunu í Svøríki. Í býnum liggur umsitingin hjá Timrå kommunu. Býurin liggur í Västernorrlands län í landslutinum Medelpad. Fólkatalið í Timrå var 10.443 í 2010.[1] Timrå fevnir um trýggjar bygdir, ið eru vaksnar saman: Vivsta, Sörberge og Fagervik, og er nærmast ein forstaður til Sundsvall, ið liggur umleið 10 km sunnanfyri Timrå; býurin liggur út til norðurendan av Alnösundet og Alnön.

  1. Tätorter 2010
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana