Tan Son Nhat Floghavn
Appearance
Tân Sơn Nhất Floghavn (vjetnamesiskt: Sân bay quốc tế Tân Sơn Nhất) er ein flogvøllur í Ho Chi Minh City, Vjetnam. Flogvøllurin er tann størsti í landinum og fevnir um 850 hektarar í mun til Nội Bài Atljóða Floghavnina í Ha Noi og Da Nang Floghavnina í Đà Nẵng í eru 650 hektarar til støddar. Floghavnin hevur kapasitet til 20 milliónir ferðafólk um árið. Floghavnin er eisini tann størsta, tá ið hugt verður eftir talið av ferðafólki, ið ferðast um flogvøllin, í 2012 ferðaðust 17.538.000 fólk um flogvøllin, tað svarar til 46,6% av øllum ferðafólkum ið ferðast við flogfari í Vjetnam. Har eru tveir lendingarbreytir, ið eru ávikavist 3.050 og 3.800 og lagdar við betong.