Sylvi Listhaug
Sylvi Listhaug | |
---|---|
Føddur | 25. desember 1977 Ålesund, Noreg |
Trúgv | Kristin |
Yrki | Politikari |
Útbúgving | Lærari |
Flokkur | Framburðsflokkurin (FrP) |
Álitisstørv | |
2018 | Løgmála- og innflytaramálaráðharri |
2017- | Stórtingskvinna fyri Oslo |
2015-2018 | Innflytara- og integratiónsmálaráðharri |
2013-2015 | Landbúnaðar- og matvørumálaráðharri |
2006-2011 | Býráðslimur í Oslo |
Sylvi Listhaug (fødd 25. desember 1977) er ein norskur politikari, núverandi stórtingskvinna, fyrrverandi norskur løgmálaráðharri (2018), landbúnaðarráðharri (2013-15), og innflytara- og integratiónsmálaráðharri (2015-18). Hon umboðar Framburðsflokkin (FrP). Listhaug var fødd í 1977 í Ålesund. Hon er útbúgvin lærari.
Listhaug fanst at, at norski Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti einum uppskoti, sum skuldi gera tað møguligt at taka ríkisborgararættin frá fólki, sum verða hildin at vera ein hóttan ímóti Noreg. Uppskotið miðaði eftir fólki, sum høvdu verið í kríggi í øðrum londum, og sum høvdu ríkisborgararættindi í tveimum londum. Eftir stórt trýst tók hon boðini aftur, men hon noyddist frá, tí ein av stuðulsflokkunum hjá stjórnini, Kristiligi Fólkaflokkurin, segði seg hava mist álitið á henni. Hon hevur síðani fleiri ferðir biðið Arbeiðaraflokkin um umbering, men tað góðtók andstøðan ikki, og flokkurin Reytt legði uppskot um misálit á Listhaug fyri Stórtingið. 20. mars 2018 boðaði so Listhaug frá, at hon leggur frá sær sum løgmálaráðharri og fer aftur í Stórtingið. Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, heldur, at Listhaug kann koma afturíaftur sum ráðharri seinni.[1]
Bakgrund og familja
[rætta | rætta wikitekst]Sylvi Listhaug er gift við Espen Espeset, saman eiga tey trý børn. Hon varð fødd í Ålesund og vaks upp í Ørskog. Listhaug er útbúgvin á Høgskulen i Volda (HVO) og hevur starvast sum lærari í Ørskog.[2]
Álitisstørv og politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]- 2001-2004: Ráðgevari í Stórtinginum (Framburðsflokkurin)
- 2001-2005: Varalimur til Stórtingið fyri Møre og Romsdal
- 2002-2006: Stjórnarlimur í FpU (ungmannafelagið hjá Framburðsflokkinum)
- 2004-2005: Býráðsskrivari í Oslo
- 2005: Skrivari (intern) í U.S. House of Representatives
- 2005-2009: Varalimur til Stórtingið fyri Møre og Romsdal
- 2005-: Stjórnarlimur í Framburðsflokkinum
- 2006-2010: Býráðslimur í Oslo
- 2009-2013: Varalimur til Stórtingið fyri Oslo
- 2010-2011: Býráðslimur í Oslo (Heilsu- og umsorganarstjóri)
- 2013-2015 Landbúnaðarráðharri
- 2015-2018 Innflytara- og integratiónsmálaráðharri
- 2017-2021: Stórtingslimur fyri Framburðsflokkin
- 2018: Løgmála- og innflytaramálaráðharri
- 2018-: Næstforkvinna í Framburðsflokkinum