Jump to content

Swangah

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Swangah (fyrr Swangah Dangah) er ein føroyskur rappbólkur. Bólkurin er stovnaður av nøkrum ungum dreingjum, sum eru vaksnir upp í sama grannalagi uppi í Svanga í Havn. Navnið á tónleikabólkinum sipar til navnið á grannalagnum. Swangah hevur útgivið tríggjar fløgur tilsamans, harav tann fyrsta er undir navninum Swangah Dangah, meðan tvær tær næstu eru undir navninum Swangah,

Swangah Dangah gav út sína fyrstu fløgu tann 4. november 2011.[1] Næsta útgávan Undirgangstónar bleiv útgivin 28. juni 2013, og við hesari útgávu broytti og stytti bólkurin navn sítt til Swangah. Triðja útgávan varð útgivin tann 14. juli 2017, og var hetta eisini undir navninum Swangah.

Manningin í Swangah hevur síðan 2019 fyriskipað tiltakið iLLtonkt, sum er ein sending og platformur, har fólk munnhøggast og rappa.

Svangah hevur samstarva við fleiri aðrar tónleikarar, á stakløgum, á fløguni Undirgangstónar og í samband við iLLtonkt. Hetta er eitt nú Mikkjal Gaard Hansen, Marius Dam Christophersen (Marius DC), Beinir Troest (Beinir) við fleiri. Umvegis iLLtonkt hevur Swangah eisini samstarva við Erik Klein (Ghost Notes), sum hevur gjørt fleiri av løgunum til sendingarnar, umframt at Klein eisini hevur gjørt tónleikin til onkur av løgunum hjá bólkinum.

Limir í bólkinum[rætta | rætta wikitekst]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2011 - Belials Synir, CD (Útgivið 4. november 2011).
  • 2013 - Undirgangstónar, CD (Útgivið 28. juni 2013).
  • 2015 - Áðrenn vit flagga, staklag, seinni útgivið á fløguni Lán Mær Eitt Oyra.
  • 2017 - Lán Mær Eitt Oyra, CD (Útgivið 14. juli 2017).
  • 2018 - #Ræstaman, staklag.
  • 2020 - Vín, staklag - Beinir Troest upptraðkar á lagnum.
  • 2022 - Belials Synir, Bókaútgáva.

Aðrar útgávur

  • 2016 - Meyra, staklag útgivið av Glóð. Swangah upptraðkar á lagnum.
  • 2016 - Reytt Pass, lag á fløguni Reytt Pass, útgivið av bólkinum 200. Swangah upptraðkar á lagnum.
  • 2017 - Mammon, lag á fløguni All Outta Fucks!, útgivið av bólkinum Amokk. Swangah upptraðkar á lagnum.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tutl.com, Belials synir - Swangah Dangah[deyð leinkja]
  2. "Planet.fo, Swangah Dangah best av bólkunum". http://planet.fo/grein/swangah_dangah_best_av_bolkunum. Heintað 2011-12-29. 

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]