Svimjihøllin í Gundadali
Svimjihøllin í Gundadali læt upp í 1982 og hevur árliga eini 150 000 vitjandi. Svimjihøllin í Gundadali hevur 4 hyljar. Umframt vanliga svimjihylin, ið er 25x12,5 m, hevur høllin kavingarhyl, barnahyl og ein undirvísingarhyl. Vanligi hylurin, sum lýkur altjóða mát, er útgjørdur við elektroniskum urum til kappsvimjing. Vatnið í størru hyljunum er 26 °C og í teimum smærru 29 °C.
Umklæðingarrúmini eru skipað í konufólka- og mannfólkadeild, sum báðar hava solarium og hitarúm. Í umklæðingarrúmunum eru skáp við lási, har fólk kunnu goyma klæðini, meðan tey svimja. Svimjihøllin hevur eisini gosbað til 6 fólk. Í høllini er kaffistova, sum er opin, tá almenn svimjing er. Pláss er fyri uml. 250 fólkum í senn. Tá almenn svimjing er, eru altíð tveir lívbjargarar í høllini.
Havnar Svimjifelag, ÍSB, Tórshavnar Froskmannafelag, skúlar, dagstovnar o.o. brúka svimjihøllina uttan fyri vanligu upplatingartíðirnar.