Svend Aage Ellefsen
Appearance
Svend Aage Ellefsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 13. sep 1941 í/á Miðvágur |
Starv | politikari, reiðari, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti |
Svend Aage Højgaard Ellefsen (f. 13. september 1941 í Miðvági) er fyrrverandi reiðari og politikari fyri Fólkaflokkin.
Svend Aage Ellefsen hevur studentsprógv frá 1964 og var hann reiðari í nógv ár.
Svend Aage Ellefsen var bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu 1970-74 og 1976-80. Hann var tinglimur 1980-1994, undantikin skeið sum landsstýrismaður, og landsstýrismaður í samferðslu, orku- og umhvørvismálum 1991-1993.
Hann er yngri bróðir Paula Ellefsen, sum var Føroya løgmaður 1981-1985.
Hann hevur fingist við ferðavinnuvirksemi seinastu árini. Hann eigur Hotel Streym í Havn og hevur rikið tað síðan tað varð umvælt í 2006.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 276. (PDF Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)