Jump to content

Sóttin svarta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Svartideyði)
Spjaðing av svartadeyða í Evropa (1346–53)

Sóttin svarta ella Svarti deyði var ein pest farsótt, sum rakti Evropa í tíðarskeiðnum 1346-1353. Talan er um eina tí mest deyðiligu farsótt nakrantið, og mett er, at hon kostaði áleið 50 milliónum fólkum lívið. Pestin kemst av bakteriuni yersina pestis. Bakterian ferðaðist á loppum, sum komu til Evropa á teimum mongu rottunum, sum vóru á farmaskipum um hetta mundi. Farsóttin hevði avbera stóra ávirkan á Evropeiska søgu. Farsóttin kom til Føroya í 1349.

Samtíðarrithøvundar lýstu sjúkuna á latíni, við orðum so sum pestis, pestilentia og eisini mortalitas. Plágan og/ella deyðin. Eingin samtíðarrithøvundur nýtti heitið Svarti deyði um júst hesa farsótt, men hendinga sjúkur, sum høvdu herja undan hesari, bóru tað heitið. Tað var í 1755, at heitið vann frama á enskum, eftir eina umseting av heitinum den sorte død. Danir og sviar nýttu longu heitið í 15. og 16. øld.

Farsóttin í Evropa

[rætta | rætta wikitekst]

Farsóttin kom til Evropa við handilsmonnum úr Genoa, ið høvdu verið á Krim hálvoynni, har farsóttin herjaði. Har var krýggj, og býurin Kaffa var kringsettur. Hermenn hjá Jani Beg, ið var Khan av Gylta Riðlinum, vóru vornir sjúkir við sóttuni svørtu og avgjørt var, at líkini av teim sjuku skuldu skjótast uppum býarmúrðarnar við katapulti, fyri at smitta íbúgvarnar. Handilsmenninir úr Genoa sluppu sær til rýmingar, óvitandi um, at rottur, við loppunum vóru nú umborð á skipum teirra. Teir fóru fyrst í land í Konstantinopel, og tað var har, at fyrstu tilburðarnir av Sóttini svørtu í Evropa vóru skrásettir.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið