Sóttin svarta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Spjaðing av svartadeyða í Evropa (1346–53)
Egyptian plague of boils in the Toggenburg Bible (black and white).jpg

Sóttin svarta ella Svarti deyði er størsta vanlukka, vit vita um, sum rámt hevur mannaættina. Hon var pest, og tey sjúku fingu svartar svullir um kroppin, av tí er navnið. Sóttin var borin við loppum av svørtu rottuni. Til samans týndi sóttin svarta helst helmingin av øllum fólkinum í Ásia, Evropa og Afrika. Hon kyknaði í Norðurindia síðla í 13. øld, og smittan varð borin við keypmonnum eftir handilsvegunum í Miðásia. Til Evropa kom hon í 1347 við einum italskum skipi, sum hevði verið og tikið farm í sóttrakta býnum Kaffa innast í Svartahavi. Úr Italia fór hon norður í gjøgnum Evropa og kom til Føroya úr Noregi í 1349.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið