Sundabáturin 6-mannafar
Appearance
Sundabáturin er eitt føroyskt 6-mannafar, sum hoyrir til Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag. Báturin er hvítur við bláum stokkum og reyðari rond.
Báturin er tað 6-mannafarið sum hevur vunnið trið flest føroyameistarheitir, í 6-mannaførum hjá monnum, við 6 føroyameistarheitum til samans. Báturin gjørdist føroyameistarin í 2004, 2007, 2008, 2017, 2021 og í 2025.