Sumbiar Dansifelag

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eftir at Mentanarvirðislønir landsins 2013 vóru handaðar í Stóra Pakkhúsi í Vági var farið upp á gólv, Sumbiar Dansifelag dansaðu føroyskan dans saman við Kirkjukórinum Ljómi og øðrum.

Sumbiar Dansifelag er dansifelag í Sumba sum varð stovnað í 1966. Felagið skipar fyri føroyskum dansi. Felagið eigur hús, har dansa verður í vetrarhálvuni, húsið verður nevnt Dansistovan og stendur beint við skúlan og kirkjuna í Sumba. Sumbiar Dansifelag dansar eisini saman við hinum dansifeløgunum í oynni bæði í Sumba og í øðrum bygdum. Aðalfundur er vanliga í mars.

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

  • Sigrun Poulsen, formaður, 970 Sumba
  • Hildur Vestergaard, næstformaður og umboðsráðslimur, 970 Sumba
  • Tove Kjærbo, kassameistari, 970 Sumba
  • Magnus Jensen, Skrivari, 970 Sumba
  • Gudmund Poulsen, nevndarlimur
  • Leif Lisberg, nevndarlimur
  • Ninna Vestergaard, nevndarlimur

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Sumbiar Dansifelag vann heiðurin Europa-Preis für Volkskunst í 1977.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]