Suleiman mikli

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tann ungi Suleiman 1. Samtidigt maleri.

Suleiman 1. (samtidigt á turkiskum: سليمان Sulaymān, á nýtíðar turkiskum: Süleyman, men oftast nevndur Kanuni Sultan Süleyman) (føddur 6. november 1494 (1495) í Trabzon – fall í bardaga 5. ella 6. september 1566 við Szigetvár í Ungarn). Suleiman var tann tíggjundi og longsstýrandi sultanur í tí Osmanska ríkinum (frá 1520 til 1566). Hann er kendur í Vesturheiminum sum Suleiman tann Herligi og í Miðeystri sum Lóggevarin, Kanuni; arábiskt: القانونى, al‐Qānūnī orsakað av hansara fullkomiligu endurskapan av tí osmannsiku rættarskipanini. Fyrst og fremst innanfyri fíggjar-, skatta- og jørðlóggeving og grundað á verandi siðvenjurætt og við tí í máli á fylla holini í avgerðum hjá Sharia. Undir hansara leiðslu byrjaði stórheitstíðin hjá tí Osmanska ríkinum og tað gjørdist eitt heimsveldi. Suleiman varð roknaður sum ein av teimum fremstu valdsharrunum í Evropa í 16. øld, eins og Karl V, týsk-rómverskur keisari, Frans I av Frankaríki, Henrik VIII av Onglandi og Sigismund II av Póllandi.

Sjeyára gamal lærdi Suleiman longu vísund, søgu, bókmentir, gudfrøði og hernaðarligan taktikk.

Gravering av Suleiman 1. frá 16. øld, møguliga gjørt av Melchior Lorck

.

Sum herskari yvir Konstantinopel (tað núverandi Istanbul) sá hann seg sjálvan sum tann rætti til at taka yvir eftir teimum rómversku keisarunum.

Undir stjórnartíðini hjá Suleiman 1. víðkaðist osmannisk lóg til tað størstu geografisku útbreiðsluna.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið