Stephen Hawking

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Stephen Hawking í 2013

Stephen William Hawking CH CBE FRS FRSA (8. januar 1942 - 14. mars 2018) var ein ein enskur teoretiskur alfrøðingur, kosmolog, rithøvundur og granskanarleiðari fyri Centre for Theoretical Cosmology við háskúlan í Cambridge.

Hann er kendur fyri millum annað at vísa á at svarthol geva frá sær geisling. Í 1988 gav hann frá sær bókina (A Brief History of Time) sum var sera væl umtikin um allan heimin. Hon var millum annað á best seljanda listanum hjá bretska Sunday Times í 237 vikur.

Stephen var sum ungur raktur av nervasjúku, sum førdi við sær at hann gjørdist lamin við tíðini. Sjúkan hevði eisini við sær at hann fekk illa tosað. Í tí sambandi fekk hann sær eina teldu fasta í rullustólin. Teldan og programmið Equalizer, gjørdi at Stephen fekk gjørt orð og setningar, ið teldan síðani bar fram, og lættaði soleiðis um samskiftið.

Stephen Hawkings andaðist tann 14. mars 2018.[1][2] Familja hansara boðaði frá at hann fekk ein friðaligan deyða. Stephen var heiðraður av vísindafólki sum og fólki í skemtiídnaðinum á samfelagsmiðlum eftir deyða sín.[3]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Kendar bøkur[rætta | rætta wikitekst]

  • A Brief History of Time (1988)
  • Black Holes and Baby Universes and Other Essays (1993)
  • The Universe in a Nutshell (2001)
  • On the Shoulders of Giants (2002)
  • God Created the Integers: The Mathematical Breakthroughs That Changed History (2005)
  • The Dreams That Stuff Is Made of: The Most Astounding Papers of Quantum Physics and How They Shook the Scientific World (2011)
  • My Brief History (2013)

Samskrivað (skrivað saman við øðrum)[rætta | rætta wikitekst]

  • The Nature of Space and Time (við Roger Penrose) (1996)
  • The Large, the Small and the Human Mind (við Roger Penrose, Abner Shimony og Nancy Cartwright) (1997)
  • The Future of Spacetime (við Kip Thorne, Igor Novikov, Timothy Ferris og fororð eftir Alan Lightman, Richard H. Price) (2002)
  • A Briefer History of Time (við Leonard Mlodinow) (2005)
  • The Grand Design (við Leonard Mlodinow) (2010)

Fororð[rætta | rætta wikitekst]

  • Black Holes & Time Warps: Einstein's Outrageous Legacy (Kip Thorne, fororð frá Frederick Seitz) (1994)

Barnabøkur[rætta | rætta wikitekst]

Skrivaðar saman við dóttur hansara Lucy.

  • George's Secret Key to the Universe (2007)
  • George's Cosmic Treasure Hunt (2009)
  • George and the Big Bang (2011)
  • George and the Unbreakable Code (2014)
  • George and the Blue Moon (2016)

Filmar og røðir[rætta | rætta wikitekst]

  • A Brief History of Time (1992)
  • Stephen Hawking's Universe (1997)
  • Hawking – BBC television film (2004) við Benedict Cumberbatch
  • Horizon: The Hawking Paradox (2005)
  • Masters of Science Fiction (2007)
  • Stephen Hawking and the Theory of Everything (2007)
  • Stephen Hawking: Master of the Universe (2008)
  • Into the Universe with Stephen Hawking (2010)
  • Brave New World with Stephen Hawking (2011)
  • Stephen Hawking's Grand Design (2012)
  • The Big Bang Theory (2012, 2014 and 2017)
  • Stephen Hawking: A Brief History of Mine (2013)
  • The Theory of Everything – Feature film (2014) við Eddie Redmayne
  • Genius by Stephen Hawking (2016)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. https://www.nytimes.com/2018/03/14/obituaries/stephen-hawking-dead.html
  2. https://www.theguardian.com/science/2018/mar/14/stephen-hawking-obituary
  3. http://www.foxnews.com/science/2018/03/14/world-reacts-to-stephen-hawkings-death-on-social-media.html