Sosial angist

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Sosialfobi er óttin fyri at verða mettur negativt av øðrum. Tað, sum er mest eyðsýnt, er óttin fyri at “dumma seg” og óttin fyri, at onnur skulu døma, kritisera, avvísa ella halda ein fyri gjøldur. Tá ein persónur við sosialfobi er saman við øðrum fólki, kann hann rodna, rista á hondunum og fáa sveittabrot. Hesi ódámligu eyðkenni koma vanliga saman við negativum, sjálvskritiskum tankum og hugsanum um, hvussu nervøsur og “kiksaður” ein sær út. Í sjálvari støðuni er ein sum oftast bert fokuseraður uppá, hvussu ein sær út, reagerar og uppførir seg, og harvið er viðkomandi ikki rættiliga til staðar í støðuni og varnast ikki tað, sum hendir uttanum seg, t.d. tað sum tosað verður um og atferðina hjá øðrum. Sosialfobi førir ofta til sosiala avbyrging og einsemi. Summi, ið eru rakt, uppliva allar sosialar støður sum ógvuliga óttaøsandi, meðan summi bara hava trupulleikar við heilt ávísum støðum, sum t.d. at skula rætta fingurin upp fyri at siga okkurt í skúlatímanum. Sama hvussu álvarsligt tað er, so gevur sosialfobi ógvusligar trupulleikar í mun til dagligar gerðir, virksemi, sosiala samveru og trivnað.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]