Sofi Oksanen
Appearance
Sofi Oksanen (fødd 7. januar 1977 í Jyväskylä) er ein finskur rithøvundur. Pápi hennara er finni, mamman er fødd og uppvaksin í Estlandi, men flutti til Finnlands í 1970-árunum. Hon hevur útgivið fýra skaldsøgur umframt sjónleikir og essays. Hon hevur móttikið fleiri virðislønir fyri sín skaldskap, eitt nú fekk hon Norðurlendsku virðislønina hjá Svenska Akademinum í 2013 og Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2010.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- Skaldsøgur
- Stalinin lehmät, WSOY, 2003. Í norskari týðing: Stalins kyr, týtt úr finskum av Morten Abildsnes (Oktober forlag, 2009). ISBN 978-82-495-0631-6
- Baby Jane, WSOY, 2005. Í norskari týðing: Baby Jane, týtt úr finskum av Morten Abildsnes (Oktober, 2011). ISBN 978-82-495-0794-8
- Puhdistus, WSOY, 2008. Í danskari týðing: Renselse. Í norskari týðing: Utrenskning, týtt úr finskum av Turid Farbregd (Oktober, 2010). ISBN 978-82-495-0654-5
- Kun kyyhkyset katosivat, 2012. Í norskari týðing: Da duene forsvant, týtt úr finskum av Turid Farbregd (Oktober, 2013). 978-82-495-1076-4
- Sjónleikir
- Puhdistus, näytelmä, 2006
- High Heels Society, 2008
- Essay
- «Husmor eller babe?» (útgivið í Noregi í «Syn og Segn» 2009)
- «Hammar og sign er gøy, hakekrossen alvor» (útgivið í Noregi í «Syn og Segn» 2009)
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- Finlandia-virðislønin 2008
- Kalevi Jäntti-virðislønin 2008
- Runeberg-virðislønin 2009
- Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2010
- Prix Femina Étranger 2010
- Norðurlendska virðislønin hjá Svenska Akademinum 2013
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]