Snældukjógvi
Appearance
Snældukjógvi | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Snældukjógvi (frøðiheiti - Stercorarius longicaudus) er minstur av kjógvunum. Navnið hevur hann av tí avbæra longu snælduni. Liturin er nakað sum á øðrum kjógvum. Hann sæst úti á havi um somu leiðir sum jóin, men er sjaldsamari. Hann tekur sær føði úr sjónum, og er ikki so grammur eftir rituni sum hinir báðir. Heimstað hansara er Finnmørkin og so eystur eftir. Um veturin heldur hann seg uttan fyri strendur Evropa, suður at Miðjarðarhavinum.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.