Skye

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein gøta í Portree.

Skye er størsta oyggin í skotska oyggjabólkinum Innaru Hebridunum. Oyggin, ið liggur beint innanfyri Ytru Hebridirnar – ella Suðuroyggjar, ið føroyingar plaga at kalla tær – er serliga víðagitin fyri whisky-virkið Tallister. Tá fólkatalið var sum mest, um 1860, búðu 40.000 fólk á Skye (sama sum í Hetlandi). Frá norðurendanum av oynni Skye ber til at sleppa við ferju út á Ytru Hebridirnar. Skye hevur fast samband við skotska meginlandið. Skye er eystasta økið í Skotlandi, har keltiska málið, Gaelic, verður tosað. Tað verður lært í skúlanum, og BBC hevur regluligar sendingar á gæliskum. Øll staðarnøvn er eru eisini á gæliskum. Gudstænastur verða hildnar bæði á enskum og gæliskum.

Oyggin Skye er gott og væl til støddar sum Føroyar, einar 1.700 ferkm. Høvuðsbýurin er Portree við umleið 3.000 íbúgvum. Gongdin í fólkatalinum á Skye hevur verið tann mótsetta av gongdini í Føroyum. Í 1841 búðu 23.000 fólk á Skye. Tá vóru færri enn 10.000 í Føroyum. Í 1971 var fólkatalið komið niður á 7.000. Tað er síðan hækkað aftur til eini 12.000, og roknað verður við framhaldandi vøkstri. Hetta merkir, at hetta er eitt av teimum fáu økjunum í skotska útjaðaranum, har fólkatalið økist. Fremsta orsøkin er, at arbeiðsloysið er lítið. Almenn umsiting, sum fyrst og fremst liggur í Portree, munar væl. Høvuðsvinnan er annars ferðafólkavitjan. Tað er eisini nakað av fiskivinnu, landbúnaði og smáídnaði sum til dømis whiskyframleiðsla. 

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]