Skálabáturin 10-mannafar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Manningin á Skálabátinum, 1992

Skálabáturin er eitt føroyskt 10-mannafar, sum hoyrir til Skála Róðrarfelag. báturin hevur føroyskar litir, hvítur við bláum stokkum og reyðari rond. Skálabáturin er kendur fyri at hava tað skjótastu Ólavsøku tíðina nakrantíð, tá báturin kom á mál við tíðini: 3:52,00. Hettar var á Ólavsøku 1992.

Skálabáturin hevur vunnið 3 føroyameistarheitir. Báturin vann árini 1992, 1993, og 1995.