Sjimpansa
Sjimpansur halda fyri tað mesta til í trøum. Sjimpansur halda til í afrikonskum frumskógum, í skógum og graslendum. Tær kunnu flyta seg skjótt gjøgnum frumskógin við at sveiggja frá grein til grein. Sjimpansur eta mest plantur og frukt, men teimum dámar eisini væl kjøt, egg og skordjór. Um náttina sova tær uppi í trætoppunum í bólum, sum tær gera úr bløðum og greinum. Sjimpansur kunnu verða 1,7 metrar høgar og viga upp í 60 kilo. Hóast tær vanliga ganga á øllum fýra, eisini nevnt knúgva-gongd, so duga tær eisini at standa og ganga upprættar. Sjimpansur eru súgdjór og hoyra til mannapurnar, eins og vit menniskju.
Sjimpansur eru eitt av fáum djórum, sum duga at brúka amboð. Tær brúka til dømis ein pinn fyri at fáa fatur á skordjórum, sum halda til í rivum í viðarbulum, og brúka steinar at bróta nøtir við.