Jump to content

Sjódreygil

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sjódreygil er ein yvirnattúrulig vera í føroyskari fólkatrúgv.

Sjódreygilin er morðreyður, líkist manni, men hevur bert ein fót ella sporl. Hann er sterkur, og rør fyri tveir menn, men sum dimmi lættir, minkar hann í megi og stødd, og hvørvir í einki, tá ið sólin rísir. Tá ið sjódreygilin er á landi, rýkur eldur úr honum.

Eftir sólsetur sæst hann á skerum, og biður útróðrarmenn lova sær umborð. Hann hoyrist væl og tútar og ýlir, um at sleppa umborð. Hann roynir stundum at toga menn úr bátinum út á sjógv, og tí hava menn rist kross yvir hann, so hann ikki skal verða vandamikil[1].

  1. Willumsen, Liv Helene, et. al (1999). Sjódreygil í Sagnarslóðir fram við strendur. Vísandi til V.U. Hammershaimb. Týtt: Jákup í Skemmuni. Sprotin.