Sionisma
Sionisman (á hebraiskum ציונות), ið er uppkallað eftir fjallinum Sion, arbeiddi fyri at seta á stovn ein jødiskan stat, ið skuldi staðfesta politisku, mentanarligu og trúarligu sjálvstøðu jødanna. [1] Longu í 1800-talinum vóru stórir trupulleikar: jødar vórðu ikki javnsettir við onnur í samfelagnum, sjálvt um teir royndu at laga seg eftir teimum umstøðum, teir livdu undir. Serliga var hetta galdandi í Eysturevropa og í Russlandi, har jødar vóru fyri álvarsligum ágangi. Hetta gjørdi sítt til, at longsulin eftir einum jødiskum heimlandi kyknaði teirra millum. Av hesum spretti ein politisk rørsla, sionisman. [2][3] Eysturríkski jødin Theodor Herzl skrivaði í 1895 bókina "Tann jødiski staturin" (upprunaheiti Der Judenstaat), har hann viðger, hvussu neyðugt tað er, at jødar fáa sítt egna heimland. [4] Hann staðfestir, at best hevði verið, um hesin statur kundi verið í Palestina, men annars kundi hann eisini verið aðrastaðni. Nevnd verða fleiri støð, m.a. Sinaihálvoyggin. Fyrst í 1920-árunum vóru nógvir jødar í Russlandi og Evropa fyri atsókn, og eini 17.000 lótu lív. Nógvir ungir jødar rýmdu tá úr Russlandi til Ísrael, har teir vónaðu at kunna liva í friði og frælsi. Jødar fóru hugaliga í gongd við at dyrka landið, og teir vóru væl móttiknir. Men longu í 1929 hoyra vit um stríð millum arábar og jødiska niðursetufólkið.
Kelduávísingar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Motyl, Alexander J. (2001): Encyclopedia of Nationalism, bind II. Academic Press. ISBN 0-12-227230-7. s. 604.
- ↑ Cohen, Robin (1995): The Cambridge Survey of World Migration. Cambridge University Press. s. 504.
- ↑ Gelvin, James (2007): The Israel-Palestine Conflict: One Hundred Years of War. 2. Utg. Cambridge University Press. ISBN 0521888352. s. 51
- ↑ «Biography of Theodor Herzl», Zionism-israel.com