Jump to content

Sisilia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Sikilsoy)
Sisilia
Landafrøði

Vídd 25,711 km²

Umsiting
Land Italia Italia
Íbúgvalæra
Fólkatal 5,043,480 (2012)
Íbúgvatættleiki 200 /km²

Sisilia (á italskum Sicilia; á sikilskum Sicìlia) er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í Italia. Gamla norrøna navnið á oynni er Sikilsoy. 
Sisilia er eitt sindur størri enn Sardinia, og har búgva fimm milliónir av fólki. Beint sunnan fyri Sisilia er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið Malta. 

Inni á oynni er fjallalendi, og har býr ikki so nógv fólk, fram við strondini er slættari, og har býr mesta fólkið. Sisilia er í miðal hægsta oyggj í Italia; Sisilia og Sardinia eru báðar høgar oyggjar. Veðurlagið er heitt, sólin sær næstan hvønn dag, um summarið er nakað turrligt, men ikki brekar grøðini, tí stríðar áir renna oman av fjøllunum, og bøndurnir hava veitt tær til bøin. Tey dyrka bæði rís, vín, hveiti og bummull. Men gitnast er oyggin fyri sitrónir og appilsinur, øll norður- og eysturstrondin er teir beru fruktgarðar. Fólkið livir mest av jørðini, tey hava t.d. stórar hveitiakrar. Á Sisilia er ofta jarðskjálvti, og har er gosfjallið Etna, sum ofta ger stóran skaða. Á Sisilia er ikki sjáldan nógv fólk deytt, tá ið so hevur borið á.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið