Munurin millum rættingarnar hjá "René Descartes"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Guaca (kjak | íkøst)
Add image from http://toolserver.org/~emijrp/imagesforbio/
Zorrobot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: tl:Rene Descartes
Linja 88: Linja 88:
[[ta:ரெனே டேக்கார்ட்]]
[[ta:ரெனே டேக்கார்ட்]]
[[th:เรอเน เดส์การตส์]]
[[th:เรอเน เดส์การตส์]]
[[tl:Rene Descartes]]
[[tr:René Descartes]]
[[tr:René Descartes]]
[[uk:Декарт Рене]]
[[uk:Декарт Рене]]

Endurskoðan frá 1. jan 2009 kl. 05:04

René Descartes

René Descartes (31. mars 1596 í La Haye (núv. Descartes) – 11. februar 1650 í Stokkhólmur) var franskur heimspekingur og støddfrøðingur, sum grundlegði analýtisku geometriina, sum er støðið undir teirri k-skipan, sum vit nýta í dag. Ein kendur setningur hjá honum er: Cogito, ergo sum (Principia Philosophiae, fyrsti partur, 7. táttur), sum merkir ”Eg hugsi, tí eri eg til.
Hann nýtti tað, hann nevndi ”metodiska ivan”, sum merkir, at hann ivaðist í øllum – sjálvt tí, sum øll tóku fyri givið, t.d. um nakað var til uttan fyri egoið (egið). Hesin framferðarháttur nevnist víðgongd skeptisisma. Hareftir kann prógvast a priori, t.v.s. við støði í skilinum, um Gud er til. Descartes var tískil rationalistur
Støddfrøðis- og heimspekishugtøkini ”kartesiskt” og ”kartesianskt” koma av, at Descartes eitur Cartesius á latíni.


Keldur

Fyrimynd:Link FA