Munurin millum rættingarnar hjá "Hov"

Jump to navigation Jump to search
6 bytes tikin burtur ,  12 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
 
[[Image:Faroe stamp 470 hov.jpg|thumb|left|Hov á frímerkinum frá [[2004]]]]
'''Hov''' er gomul bygd og er umrødd í [[Føroyingasøga|Føroyingasøgu]]. Har búði høvdingurin [[Havgrímur]], og har hevði hann hov til sína gudadyrkan. Av hesum hevur bygdin fingið navn. Bygdin liggur við [[Hovsfjørður|Hovsfjørð]], ið sæst á frímerkinum, og hann er víður og opin móti eystri. Hov er tí brimpláss. Á frímerkinum sæst eisini [[Hovshólmur]], sum hoyrir til grannabygdina fyri sunnan, [[Porkeri]]. Hann ber tvey frælsi.
 
Hov var ein høvuðsbygdin í Føroyum í [[víkingaøld]], og søgnin sigur, at stutt eftir, at [[Føroyar]] vórðu [[Kristindómur|kristnaðar]], varð [[kirkja]] bygd í Hovi. Seinri er bygdarinnar støða viknað, og søgnin sigur eisini, at seinasta [[kirkja]]n varð flutt til [[Porkeris]] um trúbótarleitið. Tá ið [[Vágur|Vágsbygd]] fekk nýggja [[Kirkja|kirkju]], varð hin gamla [[kirkja]]n flutt til Hovs og vígd aftur har í [[1943]].
Dulnevndur brúkari

Navigatiónsskrá