Munurin millum rættingarnar hjá "Sandvík"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
mynd
SieBot (kjak | íkøst)
s robot Adding: pt:Sandvík
Linja 52: Linja 52:
[[nl:Sandvík]]
[[nl:Sandvík]]
[[no:Sandvík]]
[[no:Sandvík]]
[[pt:Sandvík]]
[[sv:Sandvík]]
[[sv:Sandvík]]

Endurskoðan frá 1. mai 2007 kl. 21:14

Sandvík
Sandvík á Føroyakortinum.
Postnummar FO 860
Kommuna Hvalbiar kommuna
Markatal -
Íbúgvar (2006) 120

Sandvík er ein bygd i Suðuroy.

Sandvík er niðursetubygd og vóru tað hvalbingar, ið komu hagar um 1815. Tá kallaðist víkin Hvalvík. Bygdin er nevnd í Føroyingasøgu við navninum Sandvík, og har búði Torgrímur illi. Hann var eingin vinmaður við Sigmund Brestisson, ið vildi hava Føroyar at vera skattland Noregs kongs. Tá ið Tróndur í Gøtu við sínum monnum søkti at Sigmundi, noyddist hesin at loypa í havið og svimja alla leið úr Skúvoy til Sandvíkar. Har beindi Tórgrímur fyri honum.

Sandvík

Sandvík var ikki bygd fyrrenn mellum 1813-1816. Frá miðøld og fram í 20. øld hevur bygdin itið Hvalvík. Hetta var ikki heppið, tí onnur bygd við sama navni er í landinum. Í 1911 varð tí ásett, at henda bygdin í Suðuroy skuldi fáa sítt gamla navn aftur.

Í 1866 bygdi Niels Jacob Olsen húsini Uttan Ánna, sum í dag er forminnissavn. Húsini eru tey fyrstu, sum eru bygd uttan fyri tá stóru ánna, ið rennur mitt gjøgnum bygdina.

Fleiri gomul hús og bygningar eru í bygdini, m.a. er ein gomul smiðja sum Tummas Thomsen átti. Eisini er ein gamal handil fra 1877, sum var úthandil hjá handils monnumum á Tvøroyri. Tað var Jens Marius Nielsen, sum var seinasti handilsmaður har.

Vestan fyri Sandvík liggur Ásmundarstakkur, ið er ein stórur klettur, sum einaferð var fastur í landinum, men ikki longur. Eitt lítið sindur longur suðuri liggur Tvørgjógv, (Neytakonugjógv) har menn stoyttu neytakonurnar útav tá ið tær ikki kundu brúkast longur, man veit bara um at nýggju konur, ið eru koyrdar útav. Tunnilin til Sandvíkar kom ikki fyrr enn í 1970, men tunnilin er ikki tíðarhóskandi longur.


Brot úr Sandvíkssanginum.

Lag: Højt over fjellet (skjótari tempo) Engedahl & Stordahl: Midnattsolens land.

Sandvík, mín heimbygd, kær tú mær er, prúðasta bygd í føroyum tú er, gitin tú er um landið alt, aldrin tú gloymast skalt.

Kelda

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið