Munurin millum rættingarnar hjá "Kyrrahavið"
s Bot: Migrating 182 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q98 (translate me) |
No edit summary |
||
Linja 6: | Linja 6: | ||
== Sí eisini == |
== Sí eisini == |
||
* [[Kyrrahavsoyggjar]] |
* [[Hav]] |
||
* [[Kyrrahavsoyggjar]] |
|||
* [[Hav]]. |
|||
[[Bólkur:Høv]] |
[[Bólkur:Høv]] |
Endurskoðan frá 1. mai 2014 kl. 06:55
Størsta og djúpasta hav í heiminum, Kyrrahavið, er triðingurin av jarðarýtuni (179,7 mió. km²) og er úr Asia og Avstralia til Amerika og Suðurkoll. Tað er 46 % av øllum heimsins høvum. Har eru umleið 25.000 oyggjar, gosoyggjar og koralloyggjar spjaddar um hesa ovurstóru vídd, t.d. Samoa, Tonga, Cook-oyggjar, Ný Sæland, Hawaii, Páskaoyggin, Tahiti og Chatham. Í stórum parti í Kyrrahavi er veðurlagið lýtt og slavið, tí er fruktagottog nógvur vøkstur á flestu oyggjum.
Upprunafólkið, sum av fyrstantíð kom úr Landsynningsásia, verður býtt í tríggjar meginbólkar: Polynesar, melanesar og mikronesar. Í 16. øld komu evropearar, og fyrst í 19. øld vórðu flestu oyggjarnar hjáland hjá stórum londum handan hav. Nú á døgum eru nakrar oyggjar sjálvstøðugar, men nógvar standa undir øðrum londum (til dømis Bretland, USA, Frakland). Nøkur fólk í hesum mongu oyggjum búgva í býum, men tey flestu lívbjarga sær av landbúnaði, til dømis at velta jamsrót og søtepli og útróðri.